Fyribilsniðurstøða um fuglarnar í Klivaløkshaga kemur í september

Fyribilsniðurstøða um fuglarnar í Klivaløkshaga kemur í september
Yvirfriðingarnevndin fær eina fyribilsfrágreiðing um, hvussu fuglurin ferðast í Klivaløkshaga í Sandoynni, í september mánað í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2026 - 19:25

Yvirfriðingarnevndin fær eina fyribilsfrágreiðing um, hvussu fuglurin ferðast í Klivaløkshaga í Sandoynni, í september mánað í ár. Felagið, sum skal byggja vindmyllur, sleppur ikki til verka fyrr úrslitið er greitt. Eitt skandinaviskt ráðgevingafelag, Niras, ger kanningina.

 

Í august mánað í fjør samtykti yvirfriðingarnevndin, at ferðingin hjá fugli millum búøki og støð, har hann leitar sær føði, eisini skuldi kannast. Og kanningin skuldi gerast í eitt heilt ár. Grundgevingin hjá Yvirfriðingarnevndini var, at hesin tátturin í náttúruni eisini átti at greinast, tí árinskanningin hjá Vernd umrøddi ikki ferðingina hjá fugli.

 

Felagið, sum vann útboðið, skuldi lata Yvirfriðingarnevndini eina frágreiðing um, hvussu kanningin varð gjørd, og nevndin skuldi góðkenna kanningarleistin. Sambært skrivi, sum kringvarpið hevur fingið innlit í, góðkendi Yvirfriðingarnevndin kanningarleistin í desember. Men nevndin kravdi tvey kanningarstøð í hvørjum kanningartíðarskeiði, at kanningar bara vórðu gjørdar teir dagar, tá veðrið var hóskiligt, og at veðrið varð skrásett.

 

Yvirfriðingarnevndin skrivar til avvarandi stovnar, at endaliga avgerðin hjá henni verður grundað á kanningarúrslitið í tí endaligu frágreiðingini. Men nevndin tilskilar sær rætt til at seta fleiri spurningar um viðurskifti í tí endaligu frágreiðingi, áðrenn nevndin tekur endaliga støðu.

 

 

Kringvarpið frættir, at kanningin gongur væl. Ferðingin hjá fugli skuldi kannast átta ferðir og higartil eru seks kanningar gjørdar. Tann fyrsta varð gjørd í februar og tann seinasta verður í oktober. Tann endaliga kanningin verður helst latin inn síðst í oktober. Higartil eru tvær fyribils niðurstøður gjørdar.

   
Tað var í februar í fjør, at eitt felag hjá Johan í Niðristovu, sum eisini hevur vindmyllur aðrastaðni, fekk treytað loyvi at seta sjey myllur upp. "Treytað loyvi"  merkir, at felagið kann ikki gera nakað, fyrrenn Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi og byggiloyvi er fingið. Felagið hjá Johan í Niðristovu vann útboðið, og sambært tí fær felagið sløk 27 oyru fyri hvønn kilowatttíma.

 

Í september í fjør lat Umhvørvsstovan umhvørvisgóðkenning at seta upp vindmyllur í Klivaløkshaga, men átta fólk heima á Sandi kærdu avgerðina hjá Umhvørvisstovuni. Hesi átta fingu herfyri svar, men fingu ikki viðhald í kæruni.

 

Átta heimasandsfólk heittu eisini í august ífjør á Umhvørvisstovuna um at seta eina bráðfeingisvernd í gildi fyri Klivaløkshaga eftir nýggju náttúruverndarlógini. Landsstýrisfólkið í umhvørvismálum kann eftir grein 27 í náttúruverndarlógini seta í verk bráðfeingisvernd fyri ávís øki. Hetta, at forða fyri at skaði verður gjørdur á náttúruvirðir. Gildistíðin er tvey ár. Tey átta heimasandsfólkini hava ikki fingið svar frá Umhvørvisstovuni um hesa áheitanina enn.

 

Mótstøða hevur verið ímóti at seta upp sjey vindmyllur í Klivaløkshaga, sum liggur millum Gróthúsvatn og Søltuvík. Í 2024 handaði ein bólkur landsstýrinum slakar 1000 undirskriftir ímóti ætlanini at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga. Síðani er verkætlanin flutt longur norður.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666