Jóhan á Plógv skoraði trý mál

Jóhan á Plógv skoraði trý mál
Danmark vann 47-30 móti Japan í fyrsta hondoltsdystinum hjá monnum við OL
 
25.07.2021 - 14:57

Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál, tá Danmark, sum er verandi olympiskur meistari, vann ein søguligan hondbóltssigur móti vertunum Japan við OL í Tokyo. 

Ongantíð áður eru so nógv mál skorað í einum harralandsdysti við eitt OL. 

47-30 stóð á máltalvuni, tá dysturin varð liðugur. Also samanlagt 77 mál teir 60 minuttirnar, sum dysturin vardi. 

Toppskjúttar hjá Danmark vóru bakkurin Jacob Holm og strikuspælarin Magnus Saugstrup við hvør sínum níggju málum. 

Stórsigurin hjá dønum varð kjølfestur beinavegin, tí Danmark skoraði 15 mál í fyrstu 15 minuttunum. 

Mikkel Hansen helt, at danir kundu ikki ynskt sær eina betri byrjan upp á OL. Næstan allir leikarar komu á máltalvuna og fingu spælitíð. 

- Nú eru vit í gongd, og nú bíðar okkum ein rættiliga spennandi dystur móti Egyptalandi, sum spælir góðan hondbólt, segði danski stórspælarin Mikkel Hansen.

47 mál er tó ikki flest mál, sum eitt landslið hevur skotið í einum OL-dysti. Tað metið eiga íslendingar, tí Ísland skoraði ikki færri enn 55 mál í HM dysti móti Australia í 2003

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860