HB dømt í rasismumáli

HB dømt í rasismumáli
HB hevur fingið bót, og 1.deild kvinnur hjá felagnum skal spæla tríggjar dystir uttan áskoðarar, tí ein áskoðari hjá HB hevur rópt rasistisk ókvæmisorð eftir einum KÍ-spælara
HB er dømt í kæru um rasistiskan atburð hjá einum áskoðara
Mynd: Havnar Bóltfelag á facebook  
 
28.07.2021 - 15:22

Havnar Bóltfelag hevur fingið eina bót upp á 10.001 krónu, og 1. deildarliðið við kvinnum hjá felagnum skal spæla tríggjar dystir uttan áskoðarar, tí ein áskoðari hjá HB hevur rópt rasistisk ókvæmisorð eftir einum spælara hjá KÍ, ið er myrk av húðarliti, undir einum 1. deildardysti í Gundadali millum liðini fyrr í ár. 

Tað skrivar Norðlýsið.

Áskoðarin, sum rópti rasistisku ókvæmisorðini, er pápi ein spælara, sum spældi á 1. deildarliðnum hjá HB hendan dystin, og sat í HB-skýlinum.

Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fekk 28. apríl kæru frá KÍ um tilburðin, og nú er úrskurðurin komin. 

 - Aganevndin hevur staðfest og mett, at ein eyðmerktur HB-áskoðari, sum er pápi ein leikara á HB-liðnum, sum spældi heimadyst móti KÍ 25. apríl 2021, sýndi ósømiligan og rasistiskan atburð móti einum littum KÍ-leikara í dysti hjá 1. deild kvinnum millum HB og KÍ. Ósømiligi atburðurin er játtaður av leikarum hjá báðum liðum. HB hevur ikki mótmælt ella afturvíst innihaldsliga rættleikan í uppáhaldinum um ósømiligan og rasistiskan atburð í kæruskrivinum frá KÍ, stendur í úrskurðinum.

Sambært frágreiðingini í kæruni, vildi spælarin, sum rópt var eftir, sleppa av vøllinum, men valdi kortini at spæla víðari. 

Í partshoyringini hevur HB víst á, at felagið tekur frástøðu frá rasismu, og eftir dystin bað HB-venjarin KÍ-leguna um umbering vegna Havnar Bóltfelag. Felagið hevur kortini ikki tikið nakað stig mótvegis áskoðaranum, sum rópti ókvæmisorðini, stendur í úrskurðinum.

HB hevði heimavøll og hevur tí ábyrgdina av, at "ansa eftir, at eingin áskoðari órógvar ella sýnir óhøviskan atburð móti dómara, hjálpardómara ella leikara".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968