Hellutangi fer ongan veg. Hann vil ikki av

Hellutangi fer ongan veg. Hann vil ikki av
Tvær royndir í gjár og i nátt mislukkaðust
Hellutangi hevur ligið í fjøruni á Víkum í fýra mánaðir skjótt.
 
29.07.2021 - 09:01

Heldur ikki í gjár ella í nátt eydnaðist at fáa fóðurflakan Hellutanga leysan úr fjøruni á Víkum.

Tvær royndir vórðu gjørdar á fullari flóð.

Í gjáramorgunin royndu Gøtunes, Samson og Brimil settu á við fullari megi, okkurt um 250 tons pelatrekk. Men uttan úrslit.

Eitt skip afturat

Á midnátt var Tasilak hjá Royal Greenland komin afturat, og tá bleiv pelatrekkið 330 tons.

Hildið var á til klokkan hálvgum trý í nátt. Men heldur ikki hendan royndin lukkaðist.

Hellutangi sleit í illveðri og rak á land 5.apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595