Sand verður fyrsti tvørkyndi hondbóltsspælarin í svenskum hondbólti

Sand verður fyrsti tvørkyndi hondbóltsspælarin í svenskum hondbólti
Loui Sand hevur fyrr spælt á svenska kvinnulandsliðnum, men gavst fyri tveimum árum síðan, tá hann fór undir kynsskifti. Nú hevur hann skrivað undir sáttmála við Kärra HF.
 
15.08.2021 - 10:19

Í Svøríki verður Loui Sand fyrsti tvørkyndi hondbóltsspælarin í bestu svensku hondbóltsdeildini hjá monnum.

Loui Sand hevur fyrr spælt á svenska kvinnulandsliðnum, men gavst fyri tveimum árum síðan, tá hann fór undir kynsskifti.

- Eg var føddur í skeivum kroppi, segði Loui Sand tá.

Seinastu mánaðirnar hevur hann vant við Karra HF, sum spælur í bestu svensku mansdeildini.

Og Sand hevur nú skrivað undir sáttmála, sum samstundis hevur við sær, at hann verður fyrsti tvørkyndi hondbóltsspælarin í svenskum manshondbólti.

Loui Sand, ella Louise Sand, sum hon æt tá, fór undir sína yrkisleið í júst Kärra HF fyri 17 árum síðan.

- Hetta er dømi um, at ítrótturin kann rúma tvørkyndum, sigur Loui Sand við svenska Aftenposten.

Loui Sand spældi 105 dystir á svenska kvinnulandsliðnum og skeyt 221 mál.

28 ára gamli Loui Sand kann spæla sín fyrsta dyst mikudagin, tá ið Karra HF spælur ímóti Lugi HF í svensku steypakappingini.

Týsdagin skulu IK Säverhof, sum hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu í hópinum, spæla ímóti Torslanda, eisini í steypakappingini. Føroyingurin verður ikki við, tí hann skal spæla við føroyska U19-landsliðnum í EHF Championship kappingini í Varna í Bulgaria.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011