Bagge hevur tikið U21-landsliðið út

Bagge hevur tikið U21-landsliðið út
Sámal Erik Hentze hevur úttikið 21 spælarar til næstu EM-undankappingardystirnar, sum verða á útivølli móti Armenia, og á heimavølli móti Fraklandi
U21-landsliðið kom væl frá byrjan við sigri á Armenia
Mynd: FSF  
 
23.08.2021 - 14:52

Við einum sannførandi 2-0 sigri á Armenia í juni mánað, kom føroyska U21-landsliðið væl frá byrjan í EM-undankappingini. Um eina stóra viku skal liðið á vøllin aftur. Hesaferð á útivølli móti Armenia, og síðan á heimavølli móti Fraklandi.

Hósdagin 2. september klokkan 18:30 spæla Armenia og Føroyar á FFA Academy Stadium í Armenia, og fýra dagar seinni, mánadagin 6. september klokkan 17:30 spæla Føroyar og Frakland á Svangaskarði.

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir 21, ið eru boðsendir til komandi uppgávur, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur T. Skipanes, NSÍ
Ási P. Dam, HB
Elias El Moustage, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Løkin, B68
Áki D. Samuelsen, HB
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Bárður Ó. Jensen, B68

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Hósdag 5. februar
Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
203764
Hósdag 5. februar
Dansival - Gestur er Joen Remmer
203763
Hósdag 5. februar
Morgunlestur hósdagur 5.februar 2026
203554
Mikudag 4. februar
Skratsj 4. februar 2026
203711
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Mikudag 4. februar
Úr savninum: Hví ikki meg?
203734
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635