Danmark strikar seinastu koronuavmarkingarnar

Danmark strikar seinastu koronuavmarkingarnar
Eftir 10. september verður covid-19 ikki longur mett sum ein samfelagskritisk sjúka
Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, strikar nú seinastu koronutiltøkini í Danmark.
 
27.08.2021 - 11:15

10. september verða tær seinastu koronuavmarkingarnar strikaðar í Danmark. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Orsøkin er, at stjórnin frá tí degi ikki longur metir covid-19 at vera eina samfelagskritiska sjúku í Danmark. 

At ein sjúka er samfelagskritisk merkir, at hon er til vanda fyri týdningarmikið virksemi í samfelagnum, t.d. heilsuverkið. 

Nógv koppsett

Stóra undirtøkan fyri koppsetingini, og at tamarhald er á smittuni, gera, at stjórnin tekur hetta stigið, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri. 

Ætlanin var annars, at seinastu tiltøkini skuldu fara úr gildi 1. oktober.

Áherðsla verður kortini lagt á, at stjórnin er sinnað at seta nýggj tiltøk í verk, um smittan aftur fer at gera um seg í landinum. 

- Stjórnin lovaði, at avmarkingarnar ikki fóru at vera óneyðuga leingi í gildi. Har eru vit nú. Men hóast tað stendur væl til í løtuni, so eru vit ikki sloppin burtur úr farsóttini enn. Stjórnin er til reiðar at seta nýggj tiltøk í verk, um farsóttin aftur hóttir týðandi virksemi í samfelagnum, sigur heilsumálaráðharrin. 

Koronupassið eisini strikað

Avgerðin at strika tiltøkini kemur eftir, at ein meiriluti í Fólkatinginum hevur strongt á, at korona ikki longur skuldi vera bólkað sum ein samfelagskritisk sjúka. 

Avgerðin hevur eisini við sær, at kravið um koronapass til størri tiltøk og í náttarlívinum verður strikað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961