- Eg hopi, eg komi inn og skori mál

- Eg hopi, eg komi inn og skori mál
Nýggi maðurin á landsliðnum, John Frederiksen, úr SKU Amstetten, er glaður fyri at vera í hópinum, men hann dylir ikki fyri, at hann vónar at sleppa at spæla og skjóta mál
01.09.2021 - 13:37

John Frederiksen er á landsliðnum fyri fyrstu ferð.

Framherjin, sum ger vart við seg í SKU Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini, fegnast um at hava fingið møguleikan.

 - Tað er deiligt. Ein ró og ein gleði innaní, og eg eri spentur upp á hesar dystirnar, sigur John Frederiksen, sum, hóast hann er góðar tveir metrar langur, er lutfalsliga ókendur í føroyska fótbóltslandslagnum.

Hann hevur tosað við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, og nú snýr tað seg fyrst og fremst um at finna seg til rættis í hópinum. Stóri framherjin vónar kortini, at tað kann gerast enn betri.

 - Eg hopi tað. Eg hopi eg sleppi inn. Eg hopi, eg komi inn og skori mál, sigur John Frederiksen.

Føroyar spæla ímóti Ísrael í kvøld, Danmark er mótstøðuliðið leygardagin og týsdagin vitjar Moldova á Tórsvølli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730