20 ár síðani 9/11 yvirgangsálopini

20 ár síðani 9/11 yvirgangsálopini
Í dag - 11. september 2021 - eru 20 ár liðin síðani yvirgangsálopini í New York, Washington og Pennsylvania
World Trade Center háhúsini
Mynd: Savn  
 
11.09.2021 - 11:44

Í dag - 11. september 2021 - eru 20 ár liðin síðani yvirgangsálopini í New York, Washington og Pennsylvania.

Fýra flogfør vóru rænd hendan dagin fyri 20 árum síðani. Tvey av teimum flugu inn í World Trade Center, eitt fleyg inn í amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, og eitt fjórða flogfar, sum eisini skuldi brúkast til yvirgang, datt niður í statinum Pennsylvania, tá ferðafólk umborð royndu at taka yvirgangsmenninar av ræði.

Minnishald verða í fleiri býum í USA í dag, og í New York verða nøvnini á øllum teimum, sum lótu lív í atsóknini lisin upp.  
Amerikanski forsetin, Joe Biden, vitjar saman við forsetafrúuni øll trý støðini og verður við í minnishaldunum. 

Tað var yvirgangsbólkurin Al-Quaeda, sum tók ábyrgdina fyri álopini 11. september. Nærum 3000 fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592