Rudi Olsen fyrstilærari í Kvívík

Rudi Olsen fyrstilærari í Kvívík
Hon tekur við starvinum 4. oktober
Rudi Olsen er nýggjur fyrstilærari í Kvívík.
 
21.09.2021 - 14:59

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla.

Rudi er 44 ára gomul og tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í Danmark í 2003. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon m.a. tikið stakgreinalestur í prosjektleiðslu í verki og skeið á DPU í positivari sálarfrøði. Harumframt er hon í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu.

Rudi hevur undirvísingarligar royndir bæði í donskum skúlum og í Føroyum. Eisini hevur hon royndir innan serundirvísing, verkætlanarleiðslu og marknaðarføring.

Rudi hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Rudi Olsen tekur við starvinum sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla tann 4. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820