- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luta út stór virðir til feløg við politiskum tilknýti
RÆTTLEIÐING TIL INNSLAGIÐ: Í innslagnum verður sagt, at Christian Andreasen er stovnari av Sp/F Ango. Tað er skeivt. Christian Andreasen er fráboðari av stovnanini av felagnum Ango til Skrásetingina.
Feløgini, sum samgongutingmenn eiga í ella hava tilknýti til, hava fingið kvotur fyri meira enn 65 milliónir krónur, um vit rokna eftir avreiðingarvirðinum.
Størsti parturin er farin til felagið Ango, har systkinabarn Christian Andreasen, Birgir Andreasen, er stjóri. Christian Andreasen umboðar felagið sum advokatur.
Christian Andreasen segði við Kringvarpið i gjár, at hann vísir aftur, at hann hevur nakað við felagið Ango at gera.
Jóan Magnus Rasmussen vísti somuleiðis aftur, at orsøkin til, at Tavan hevur fingið kvotur, er hansara politiska tilknýtið til Fólkaflokkin.
Og Brandur Sandoy hevði onga viðmerking, ta Kringvarpið spurdi hann um kvoturnar, ið Sandshavið hevur fingið.



















