Edva Jacobsen vil hava makrelkvotu til útróðurin

Edva Jacobsen vil hava makrelkvotu til útróðurin
Hon hevur sett landsstýrismanninum ein spurning um málið, og spurningurin skal svarast í tinginum
Edva Jacobsen í Sambandsflokkinum heldur, at útróðurin er við sviðusoð, nú uppsjóvarkvotur verða útlutaðar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2021 - 14:18

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, heldur, at útróðrarflotin eigur eisini at fáa makrelkvotu.

Hon hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning, sum skal svarast í tinginum.

Edva Jacobsen spyr, nær landsstýrismaðurin heldur, at uppskot um at broyta sjófeingslógina eigur at verða lagt fyri tingið, soleiðis at útróðrarbátar eisini fáa part av kvotunum til uppsjóvarfiskiskap, m.a. makrelkvotu.

Útróðurin við sviðusoð

Edva Jacobsen sigur, at einasti skipabólkur, sum ikki hevur fingið møguleika at styrkja sítt fíggjarliga grundarlag, er bólkurin hjá útróðrarbátum. Nú er høvi at rætta skeivleikan. Hesin skipabólkur kann eins væl og aðrar skipabólkar gera avtalur um at fáa kvotuna fiskaða, sigur Edva Jacobsen.

Nú føroyingar hava ásett sær eina stóra makrelkvotu fyri í ár, er rímiligt at hesin parturin av flotanum eisini fær part í útlutingini, og ikki aftur verður settur aftast í røðini, sigur Edva Jacobsen í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.

Løgtingið fer á tingfundinum mikudagin at taka støðu til, um spurningurin skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650