Noreg fingið nýggja stjórn

Noreg fingið nýggja stjórn
19 ráðharrar eru í stjórnini hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, var hjá Haraldi kongi fyrrapartin við nýggju stjórnini.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.10.2021 - 14:30

Noreg hevur fingið nýggja stjórn.

Fyrrapartin var Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hjá Haraldi kongi við nýggju stjórnini, sum Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin hava skipað.

Talan er um eina minnilutastjórn, sum noyðist at leita sær stuðul í stórtinginum.

19 ráðharrar eru í stjórnini. Arbeiðaraflokkurin hevur 11 og Senterflokkurin átta.

Formaðurin í Senterflokkinum, Trygve Slagsvold Vedum, er fíggjarmálaráðharri.

Anniken Huitfeldt í Arbeiðaraflokkinum er uttanríkisráðharri, og Bjørnar Skjæran í Arbeiðaraflokkinum er fiskimálaráðharri. 

19 ráðharrar eru í nýggju stjórnini hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra. (Mynd: RitzauScanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949