Avgjaldsfríar kvotur til tey størstu reiðaríini

Avgjaldsfríar kvotur til tey størstu reiðaríini
Nógv er eftir at fiska av tí makreli, sum avgjald skal rindast av, men tann avgjaldsfríi makrelurin er nærum uppfiskaður.
21.10.2021 - 19:52

Føroyska makrelkvotan er søguliga stór í ár. Men lítið bendir á, at føroysku skipini klára at fiska kvotuna. Nú vertíðin fer at halla, er nærum helvtin av samlaðu kvotuni eftir at fiska. 

Meðan uppsjóvarskipini rinda tilfeingisgjald av sínum kvotum, so verða partar av kvotunum latnar sum stuðul til skip, ið vanliga ikki fiska makrel.

Og meðan nógv er eftir at fiska av kvotunum við avgjaldi - eru avgjalds-fríu kvoturnar næstan uppfiskaðar.

Ein gjøgnumgongd av teimum 68 loyvunum, latin sum stuðul til partar av flotanum, vísir, at meira enn annarhvør makrelur endar í teimum fýra, stóru samtøkunum í fiskivinnuni.

Talan er um beinleiðis stuðul til sterkastu reiðaríini í fiskivinnuni, sum als ikki hava tørv á stuðli. 
Tað metir Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, nú meginparturin av makrelkvotunum til heimaflotan fer til feløg hjá fýra teimum stóru uppsjóvar-samtøkunum. Varðin-samtakið hevði 100 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, eftir skatt. Palli hjá Mariannu samtakið hevði 67 milliónir í yvirskoti, eftir skatt. Framherji samtakið hevði 85 milliónir í yvirskoti í fjør, eftir skatt. Og JFK-samtakið hevði 21 milliónir í yvirskoti í fjør, eftir skatt. Tilsamans høvdu hesi fýra samtøk 273 milliónir í yvirskoti í fjør, eftir skatt. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542