- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísraelski forsetin vil sleppa undan nývali

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, heitir nú á politisku flokkarnar í landinum um at gera alt, teir kunnu, fyri at sleppa undan nývali.
- Vit mugu gera alt, vit eru ment - serliga eftir dagin í gjár - fyri at sleppa undan einum vali aftrat, segði Herzog á einum fundi í forsetabústaði sínum í Jerusalem.
Forsetin segði eisini, at hann væntar, at allir flokkar fara við opnum sinni til stjórnarsamráðingarnar.
Herzog væntar at fáa almenna valúrslitið í næstu viku frá ísraelska hægstarætti, og síðani fer hann undir samráðingar við flokkarnar um at skipa nýggja stjórn.
Benjamin Netanyahu.
Likud: Arabisku flokkarnir hava stolið valið
Likud-flokkurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, skuldsetir arabisku flokkarnar fyri at hava stolið ísraelska valið, eftir at fyribils uppteljingarnar vísa, at arabisku flokkarnir kunnu gerast tungan á vágskálini, tá nýggj stjórn skal skipast.
- Arabisku flokkarnir hava stolið valið í Ísrael. Flokkarnir stuðla yvirgangi, og teir vilja beina fyri jødiska statinum við at fremja álvarsligar gerðir sum mutur, hóttanir, harðskap og lygnir til at fáa fólk at atkvøða, sigur Likud-flokkurin sambært The Guardian.
Tjóðartingsval var í Ísrael týsdagin. Tá meira enn 85 prosent av atkvøðunum vórðu tald, var líkt til, at hvørki vongurin hjá Benjamini Netanyahu ella hjá Gabi Eisenkot hevði vunnið meiriluta.




























