- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samskip eru seld til Spania
Samskip eru seld til Spania
Boluda Shipping hevur keypt øll partabrøvini í íslendska skipafelagnum

Tá Boluda Shipping hevur tikið við Samskipum, fer tað at hava 32 skip á 18 leiðum, 500 lastbilar og 11.500 fólk í arbeiði.
Mynd: Samskip
29.10.2026 - 08:06
Íslendska skipafelagið Samskip er selt til Spania.
Boluda Shipping hevur keypt øll partabrøvini í Samskipum.
Prísurin verður ikki upplýstur.
Góðkenna kappingareftirlit keypið, verður yvirtøkan 1. januar.
Samskip sigla millum annað til Føroya.
Víðka rutunetið
Boluda Shipping ætlar, at Samskip skulu sigla til fleiri støð enn nú.
Boluda Shipping siglir til lond í Suðurevropa, Vesturafrika og til Kanariuoyggjarnar.
Tá felagið hevur tikið við Samskipum, fer tað at hava 32 skip á 18 leiðum, 500 lastbilar og 11.500 fólk í arbeiði.
Boluda Shipping er gamalt felag. Tað byrjaði í 1837.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























