Dysturin millum B36 og Víking útsettur orsakað av koronu

Dysturin millum B36 og Víking útsettur orsakað av koronu
Ein leikari í hópinum hjá B36 hevur fingið staðfest koronu í dag, og tí er dysturin millum B36 og Víking útsettur
 
24.10.2021 - 15:08

B36 skuldi í dag royna at taka eitt fet fram ímóti at tryggja sær gylta fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólti. 

Víkingur skuldi koma á vitjan í Gundadali. 

Men ein leikari hjá B36 hevur fingið staðfest koronu í dag, og tí er dysturin útsettur. 

Allur hópurin, og fólk kring hópin, skulu nú kannast. 

Útvarpið skuldi siga frá dystinum millum B36 og Víking, men nú dysturin bleiv útsettur, verður sagt frá dystinum í Fuglafirði millum ÍF og NSÍ. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011