Innsavningartiltakið í sjónvarpinum útsett

Innsavningartiltakið í sjónvarpinum útsett
Korona er staðfest í toyminum, sum skuldi framleiða sendingina
Innsavningartiltakið er útsett til leygarkvøldið 6. november.
 
29.10.2021 - 14:37

Stóra innsavningartiltakið, sum felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati í felag skuldu hava í sjónvarpinum í annaðkvøld, er útsett.

Orsøkin er, at koronusmitta er staðfest í toyminum, sum skuldi framleiða sendingina.

- Nógv eru til arbeiðis eitt tílíkt kvøld: vertir, kamerafólk, ljóðfólk, teknikarar, telefonfólk v.m., umframt gestir og tónleikarar. Tískil meta KRIS og Sinnisbati tað vera skilabest at binda um heilan fingur, so vit ikki breiða smittuna, sigur Sinnisbati í einum tíðindaskrivi í dag.

Sjónvarpssendingin er tí fyribils útsett til næsta leygarkvøld, 6. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334