Mærsk forvinnur pening sum ongantíð

Mærsk forvinnur pening sum ongantíð
Vinningurin triðja fjórðingsár var 35 mia. kr., ella fimm ferðir størri enn í fjør
Metstóra avlopið stavar fyrst og fremst frá flutningi av bingjum á heimshøvunum, sum eisini er størsta virksemið hjá Mærsk.
Mynd: RitzauScanpix  
 
02.11.2021 - 10:50

Tað gongur strúkandi hjá danska felagnum, Mærsk, sum forvinnur so nógvar pengar sum ongantíð fyrr.

Í morgun almannakunngjørdi felagið úrslitið fyri triðja fjórðingsár, og tað vísir ein vinning uppá 35 milliardir kr., sum er fimm ferðir meir enn í fjør. Og tað er eisini tað mesta, sum felagið hevur tjent í einum fjórðingsári, skrivar Ritzau.

Metstóra avlopið stavar fyrst og fremst frá flutningi av bingjum á heimshøvunum, sum eisini er størsta virksemið hjá Mærsk.

Hava tjent 76 mia. kr. í ár

Fleiri ferðir seinasta árið hevur órógv verið í flutninginum av bingjum, og tað hevur fingið prísirnar at hækka munandi.

Higartil í ár hevur Mærsk tjent 76,4 milliardir kr.

Í fjør var yvirskotið hjá Mærsk 18,6 milliardir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040