Etiopia sett í undantaksstøðu

Etiopia sett í undantaksstøðu
Abiy Ahmed, forsætisráðharri, mælir nú fólkinum til at brúka vápn í stríðnum móti uppreistrarherinum í Tigray-landspartinum
Abiy Ahmed, forsætisráðharri í Etiopia.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.11.2021 - 10:09

Etiopia er nú í undantaksstøðu.

Tað boðar stjórnin í landinum frá.

BBC skrivar, at boðini koma fáar dagar eftir, at uppreistrarherurin,TPLF, segði, at teir høvdu tikið tveir býir umleið 400 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Addis Abeba.

Stjórnin vísir hesum aftur og sigur, at hetta er propaganda. Í næstan eitt ár hevur stjórnin verið í kríggi við TPLF, sum serliga er í Tigray-landspartinum. 

Reuters skrivar, at fyri tveimum døgum síðani mælti stjórnarleiðarin í landinum, Abiy Ahmed, íbúgvunum at nýta vápn fyri at stríðast móti TPLF. Uppreistrarherurin hevur síðstu dagarnar sagt, at nú herja teir á í staðin fyri at verja. 
 
Bæði Reuters og BBC skriva, at myndugleikarnir í Addis Abeba hava biðið íbúgvararnar um at skráseta tey skotvápn, tey hava, og at fyrireika seg at verja sítt grannalag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558