Løgmaður hittir Nato-aðalskrivaran

Løgmaður hittir Nato-aðalskrivaran
Bárður á Steig Nielsen og Jens Stoltenberg fara millum annað at umrøða trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jens Stoltenberg, ST-aðalskrivari, hittast í Brússel fríggjadagin.
 
10.11.2021 - 13:44

Løgmaður fer fríggjadagin at hitta NATO-aðalskrivaran á NATO- høvuðsborgini í Brússel, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Á fundinum fara Bárður á Steig Nielsen og Jens Stoltenberg millum annað at umrøða trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir. Eisini verður kunnað um áleikandi mál í NATO-samstarvinum.

Bárður á Steig Nielsen er fjórði løgmaður í røðini, ið fær høvi at hitta ein NATO-aðalskrivara.

Í 2003 vitjaði Anfinn Kallsberg skotan George Robertson, í 2005 hitti Jóannes Eidesgaard hollendingin Jaap de Hoop Scheffer, og í 2012 hevði Kaj Leo Holm Johannesen fund við Anders Fogh Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025