Sjúrður spyr Jeppe um yvirtikin málsøki

Sjúrður spyr Jeppe um yvirtikin málsøki
Sjúrður Skaale vil hava at vita, um yvirtikin málsøki koma undir somu treytir sum sjókort og geodata, har danskir myndugleikar skulu geva loyvi
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur sett danska uttanríkisráðharranum spurning um yvirtikin málsøki í Føroyum.
 
12.11.2021 - 09:06

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, bað Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, spyrja uttanríkisráðharran um yvirtøkur, tá talan er um uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk og verjupolitikk.

Og tað hevur Sjúrður Skaale so gjørt nú.

Svar er ikki komið haðani enn.

Sjókort og geodata

Hóast Føroyar hava yvirtikið málsøkini sjókort og geodata, eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál, sigur danska stjórnin.

Tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Tí skal Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Spyr um treytir í øðrum málum

Nú vil Sjúrður Skaale hava at vita, hvørji onnur yvirtikin málsøki koma undir somu treytir sum sjókort og geodata og, hvørjar hesar treytir eru.

Hann vil eisini hava at vita, um hetta í veruleikanum skal skiljast so, at nú noyðast føroyingar at spyrja danir um yvirtikin málsøki, sum stjórnin heldur hava í sær uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk og verjupolitikk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531