COP26 heldur fram í dag

COP26 heldur fram í dag
Londini vóna framvegis at fáa semju um dálkandi orku
 
13.11.2021 - 11:41

Veðurlagsráðstevnan, COP26, í Glasgow, skuldi enda í gjárkvøldið, men ráðstevnan er framvegis, og londini royna enn at semjast um eina avtalu.

Eitt brot í avtaluni snýr seg framvegis um kol, olju og gass, og kunnu londini semjast um at nevna tað, so er tað fyrstu ferð í søguni, at sonevnd fossil brennievni beinleiðis verða nevnd í eini avtalu.

Eitt nýtt uppskot til avtalu, varð lagt fyri londini í morgun, og tað er triðja uppskotið á ráðstevnuni.

Eftir uppskotinum skulu øll lond binda seg til at fara undir at nýta orku, har útlátið av CO2 er so lítið sum møguligt.

Í fyrsta uppskotinum skuldu londini gevast við at nýta kol sum orku, og samstundis skuldu tey binda seg til at gevast við almennum stuðli til olju og gass.

Tað fekst ikki semja um, og orðingin var til seinast so veik, at eingin skilti orðingina.

Tá talan er um eina veðurlagsráðstevnu, so skulu øll londini vera samd, annars kunnu ongar broytingar gerast.

Tí ehvur tað týdning, at bæði kol, olja og gass, verða nevnd í tí avtaluni sum ætlanin er at samtykkja í dag.

Bretski formansskapurin hevur ætlanir um, at veðurlagsráðstevnan, COP26 skal enda í dag, og at hon skal enda við eini semju um útlátið av veðurlagsgassum í framtíðini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650