Lukaschenko vil hava flóttafólk heimaftur

Lukaschenko vil hava flóttafólk heimaftur
Túsundtals flóttafólk hava verið á markinum til Póllands síðstu vikuna
Alexander Lukaschenko, forseti í Hvítarusslandi, vil nú hava flóttafólkini á markinum millum Hvítarussland og Pólland at fara heimaftur.
 
15.11.2021 - 11:11

Forsetin í Hvítarusslandi, Alexander Lukaschenko, sigur seg nú vilja sannføra flóttafólkini á markinum millum Hvítarussland og Pólland um at fara heimaftur.

Tað sigur hann sambært AFP tíðindastovuni í morgun.

Túsundtals flóttafólk hava verið á markinum til Póllands síðstu vikuna, har tað eisini kom til samanbrestir millum flóttafólk og pólsk trygdarlið.

ES-limalondini hava ákært Hvítarussland fyri at leiðbeina flóttafólk víðari til ES-lond, og uttanríkisráðharrarnir í ES londunum hittast í dag at taka støðu til nýggj tiltøk móti Hvítarusslandi.

Spenningurin skal linka

Men nú sigur Lukashenko, forseti, at støðan á markinum millum Hvítarussland og Pólland skal ikki gerast spentari, og tí vilja arbeiða fyri at senda tey túsundtals flóttafólkini heimaftur.

- Vit arbeiða í løtuni við at sannføra tey um vinarliga at fara heimaftur, sigur forsetin við almennu hvítarussisku tíðindastovuna, Belta.

- Men, hesi fólkini eru sera tvør, tey vilja ikki heimaftur, leggur hann aftrat.

Sambært hvítarussisku myndugleikunum eru um 2.000 fólk, tey flestu úr Miðeystri, á markinum til Póllands, men úr Póllandi siga tey, at talið er heldur millum 3.000 og 4.000, og fleiri leggjast aftrat hvønn dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375