Eldfimu skjølini hjá Lumumba

bannari
Eldfimu skjølini hjá Lumumba
Vit tekna eina vangamynd av Jean-Jacques Lumumba, sum varskógvaði fyrra dátulekan úr BGFI-bankanum í 2016.
 
22.11.2021 - 09:07

*****

§ 3. Við hvítvask skilst í hesi løgtingslóg:

1)   Av órøttum at taka ímóti ella útvega sær ella øðrum part í fíggjarligum vinningi ella ognum, sum er fingin við revsiverdum lógarbroti.

2)   Av órøttum at krógva, varðveita, flyta, hjálpa við avhending ella á annan hátt seinni at virka fyri at tryggja fíggjarliga vinningin ella ognirnar frá einum revsiverdum lógarbroti.

3)   Roynd ella viðvirkan til slíkar gerðir.

- Løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi

*****

 

Løtan stendur framvegis ljóslivandi fyri honum.

Tað var deyðakvirt á stjóraskrivstovuni í kongolesiska bankanum BGFI hendan seinnapartin í april í 2016. Mr. Selemani, sum bankastjórin varð róptur millum starvsfólkini, setti seg afturá og flutti tilvitað jakkan, so revolvarin í buksureimini kom undan.

”Hóttir tú meg?!” brast so burturúr honum.

Yvirav honum sat deildarleiðarin Jean-Jacques Lumumba, sinniligur og vágin, men sannførdur um, at hesin uppreisturin var neyðugur. Á fundarborðinum var ein pappírsdungi, ið hann metti vera prógv fyri, at bankin, hansara egna arbeiðspláss, miðvíst var við til at stjala og hvítvaska fólksins pengar og viðvirka til korrupsjón og frændaveldi.

”Ger tú meira við hetta, geri eg tað, sum er neyðugt,” segði Selemani og hugdi hóttandi at honum. Lumumba ivaðist ikki í, at ágangandi tónalagið skuldi skiljast sum ein álvarsom hóttan.

Lumumba nikkaði, reistist og fór, vælvitandi at hann var noyddur at kvetta alt samband við bankan. Hann hevði annars tikið seg brátt fram innan fyri hesar fýra veggirnar í stóra glasbygninginum í høvuðsstaðnum Kinshasa. Arbeiðið hevði gingið við fullari ferð, arbeiðsdagarnir høvdu verið langir, og bara 30 ára gamal fekk hann starv sum deildarleiðari og kundi undirskriva seg »Head of the Credit Department«.

Lumumba fekk greið boð um sleppa illgrunanum, men hann vildi ikki ganga í takt. Hann stúrdi eisini fyri lívinum, tá konan, børnini og hann í loyndum settu seg í flogfarið við kós ímóti Fraklandi, meðan politisk herlið leitaðu eftir honum í Kinhasa. Við í viðførinum hevði hann ein harðdisk við teimum túsundtals skjølunum, hann hevði víst bankastjóranum.

”Sum fakmaður vildi eg ikki lata hetta fara afturvið borðinum. Politiski rotinskapurin í Kongo ger, at fólk liva í fátækradømi, og eg stóð við skjølum í hondini, sum vístu, at samfelagið rotnaði innanífrá,” sigur hann.

Í uppsagnarbrævinum, sum hann sendi bankastjóranum 13. oktober 2016, skrivaði hann, at hann segði upp fyri at varðveita heilsuna, tryggleikan og fakliga stoltleikan.

”Eg hevði heldur ikki aðrar møguleikar enn at rýma úr Kongo. Eg skilti skjótt á lagnum, at bankaleiðslan var í holt við at venda alt á høvdið og skuldseta meg fyri tað, sum ikki ruggaði rætt í bankanum. Varð eg verandi, hevði úrslitið uttan iva verið, at eg hevði verið handtikin og settur í fongsul,” sigur nú 34 ára gamli Jean-Jacques Lumumba.

Í eldfima harðdiskinum, hann tók við sær, vóru eisini skjøl, sum vístu illgrunasamar pengaflytingar millum náttúruríkasta landið í Afrika, Kongo, og avbyrgda oyggjabólkin í norðuratlantshavi, Føroyar.

Lumumba-papers

Hví flutti eitt farmaskip við stóru hvítu bókstavunum »TÓRSHAVN« á endanum, eina rúgvu av villdjórum, fílar, giraffar, sebrur og onnur djórasløg, úr Namibia á ein djóragarð hjá forsetanum í Kongo í 2015? Og hví hevði ein matvørufyritøka í Kongo flutt einum føroyska flutningsfelag slakar 35 milliónir krónur á kontu í Bank Nordik í tíðarskeiðnum frá oktober 2013 til juni 2015?

Svarið er flutningsfelagið All Oceans Logistics, sum er skrásett at halda til í Mykinesgøtu 5 í Havn, í somu hølum sum Shipping.fo og Krúnborg. Ognarskapurin í felagnum er útlendskur. Alain Wan úr Belgia stovnaði All Oceans Logistics saman við soninum André Wan og vinmanninum Franck Thsibangu í september 2013.

All Ocean Logistics átti og rak farmaskipið El Niño, sum var skrásett í føroysku skipaskrásetingini. Tað var eisini júst farmaskipið El Niño, sum flutti villdjórini úr Namibia til ein forvitnisligan djóragarð í Kongo, har forsetin Joseph Kabila var í holt við at byggja ein ferðafólkadepil.

Pengaflytingarnar til Føroya vóru partur av einari politiskari gølu, tí talan var um pengar, sum upprunaliga vóru rændir úr tjóðbankanum í Kongo.

Tað kom fram, tí Lumumba lat harðdiskin við øllum skjølunum upp í hendurnar á teimum á tíðindaredaksjónini á belgiska Le Soir. ”CORRUPTION AU CONGO,” var afturvendandi eyðmerkið fyri stóru forsíðusøgurnar. Skjølini, sum skjótt vóru doypt Lumumba-papers, avdúkaðu, at tey, sum sótu væl um sátt við forsetan, høvdu fingið nevndarsessir og vald í almennum stovnum og fyritøkum, sum høvdu góða atgongd til ráveni, pengar og marknaðir.

Fólkini í netverkinum kring forsetan, var kallað Kabila-netverkið, og tað var hetta sama netverkið, sum skipaði fyri pengaráninum.

Matvørufyritøkan EGAL varð stovnað í 2013 fyri serliga at innflyta og selja føðsluríkan fisk og gott kjøt bíliga. Fyritøkan fekk gylt politiskt lógvatak við óvanligum serrættindum. Hon fekk skattafyrimunir, sum kappingarneytarnir ikki fingu. Almenna grundgevingin var, at tað skuldi skunda undir at fáa bíligari matvørur. Stutt eftir mistu fleiri av hinum heilsølunum fótafestið og máttu gevast.

Í november sama ár fekk EGAL eina trivaliga og óheimilaða pengainnspræning úr tjóðbankanum í Kongo, í alt 275 milliónir krónur. Stolnu pengarnir vóru fluttir í BGFI-bankan, sum beindi teir víðari á kontuna hjá EGAL. Matvørufyritøkan flutti síðan pengarnar úr Kongo. Meginparturin varð fluttur í trý útlendsk feløg: Samaki LTD í Namibia, African Trading Maintenance and Development LTD í Hong Kong, og All Oceans Logistics í Føroyum.

”Sjálvur visti eg lítið og einki um Føroyar. Ikki annað enn, at hetta føroyska flutningsfelagið var ein samstarvsfyritøka hjá EGAL. Tá ein tíð var fráliðin avdúkaðu journalistar, at oddamenninir í EGAL og All Oceans Logistics eru í høvuðsheitum teir somu. Pengaflytingarnar úr Kongo til Føroya eru tíverri greiðar ábendingar um, at Føroyar vóru brúktar til at hvítvaska pengar. Tað er eisini ein sannroynd, at Føroyar kunnu teljast sum eitt skattaskjól, ið útlendskar fyritøkur vilja gera sær dælt av,” sigur Lumumba.

Serliga fýra menn, skyldmenn og vinmenn forsetan, vóru uppi í føroyska partinum.

Francis Selemani Mtwale, hann sum hótti Lumumba, er fosturbeiggi forsetan og var stjóri í BGFI-bankanum.

Albert Yuma var nevndarlimur í kongolesiska tjóðbankanum, og hann var eisini nevndarlimur í EGAL.

Marc Piedbouf var stjóri fyri EGAL og Ferme Espoir, sum er djóragarðurin hjá forsetanum.

Og Alain Wan var nevndarlimur í EGAL, stjóri í byggifyritøkuni MW Afritec, sum fekk fleiri lagaligar almennar byggisáttmálar, og tað var hann, sum saman við soninum André Wan og vinmanninum Franck Thsibangu stovnaði All Oceans Logistics í Føroyum, Thsibangu tók við sum stjóri í EGAL í 2017.

Eli Thorsteinsson er advokatur við drúgvum royndum í bankavinnuni.

”Er tað so, at stolnir pengar eru fluttir til Føroya, so er tað hvítvask av pengum, tí pengarnir stava frá einari revsiverdari atgerð. Hvítvask hevur stutt sagt til endamáls at broyta ólógligar svartar pengar til lógligar hvítar pengar,” sigur hann.

Patrice Lumumba, fremsta ímyndin av víðtøknu loysingarvekingini í Kongo, var abbabeiggi Jean-Jacques Lumumba. Í 1960 lýsti Demokratiska Lýðveldi Kongo seg leyst av Belgia, og Lumumba varð valdur til forsætisráðharra, tann fyrsti fólkavaldi forsætisráðharrin í landinum. Stutt eftir var hann myrdur, tá uppreistrarfólk royndu at taka ræðið í landinum.

Møtumikil bardagi

Fortreytin fyri búskaparvøkstri eru í grundini óvanliga góðar í náttúruríka Kongo. Tey flestu av okkum eru mest sannlíkt heldur ikki greið yvir, at vit hava ein evarskan lítlan part av Kongo í lummanum hvønn dag. Kobolt, eitt gráligt sigulmagnað metal, verður brúkt til tøkniframleiðslu, millum annað fartelefonir og teldur, sum verða seldar í øllum heimsins heraðshornum.

Ráevni sum diamantar, gull, gummi, kopar, uran og koltan eru eisini í rakstrarverdugum nøgdum í Kongo, men blóðug borgarastríð, yvirgangur, korrupsjón og frændaveldi, vánalig umsiting, víðfevnd brot á mannarættindi, umfarssjúkur, barnadeyði og neyðarslig livikor hava merkt støðugt spentu støðuna í landinum í fleiri áratíggju.

Hagtølini siga eisini søguna um óstøðugu viðurskiftini í miðafrikanska landinum. Heimsbankin hevur staðfest, at omanfyri 60 milliónir av teimum 90 milliónir fólkunum í Kongo liva í fátækradømi. Tað vil siga, at tey liva fyri minni enn 1,90 dollarar um dagin, sum svarar til 12,25 danskar krónur.

Vónin um at vinna kongolesisku tjóðini ein skipaðan og rættvísan nationalstat livir kortini framvegis sítt fríska lív í huganum á Lumumba, vælvitandi, at tað krevur nøkur samfelagslig ódnartøk. Hann vónar av somu orsøk, at Lumumba-skjølini kunnu vera við til at eggja øðrum til at fráboða og ávara um valdsmisnýtslu og frændaveldi.

”Tað hevur verið stríggið og møtimikið at kasta seg út í hendan bardagan, men tað hevur verið neyðugt. Vit liva og virka í einum ríkum landi, sum noyðir meginpartin av fólkunum at liva í fátækradømi. Okkara ættarlið kann vera við til at forða hesum, og tað er eitt stríð, sum eg vil vera partur av, eisini hóast valdsmikil fólk vilja steðga mær,” sigur Lumumba.

Lumumba býr nú í París, har hann virkar sum fíggjarráðgevi og mannarættindaaktivistur. Hann valdi trygga bankastarvið við góðu mánaðarlønini frá, tí hann vildi heldur fáast við tað, hann metti hava munandi størri samfelagsligan týdning

Tilveran er heldur ikki vandaleys. Lumumba vil sjálvur vera við, at hann er støðugt undir eftirliti. Í summar var hann í Brússell fyri at hitta kongolesiskar aktivistar í útlegd, sum vilja kveikja eina politiska mótrørslu til lívs í heimlandinum. Á heimferðini var teldutaskan við tveimum farteldum stolin, og um somu tíð var bilur hansara stolin og brendur á einum parkeringsplássi í París.

PPLAAF var hollur stuðul

34 ára gamli Lumumba býr nú í París, har hann virkar sum fíggjarráðgevi og mannarættindaaktivistur. Í desember 2019 fekk hann altjóða viðurkenning fyri sítt dirvi, tá hann var fagnaður við Anti-Corruption Excellence Award, tí Lumumba-skjølini avdúkaðu ”the bank's involvement in corruption, illegal financing, and embezzlement”. Hann ferðast eisini víða fyri at halda fyrilestur um tað, sum fyrifórst í BGFI-bankanum.

”Eg eri sannførdur um, at komandi ættarlið, míni børn og abbabørn, fara at kenna fløvan av teimum tøkum, sum okkara ættarlið tekur nú. Korrupsjónin fer ivaleyst at halda fram, men hon skal framhaldandi avdúkst og avmarkast, so fólk ikki liva uttan vón,” sigur Lumumba.

Stríðið hevur hann ikki bart einsamallur. Stríðið hevur hann ikki bart einsamallur. Felagsskapurin PPLAAF, Platform to Protect Whistleblowers in Africa, rætti honum alt fyri eitt eina hjálpandi hond. Løgfrøðingar, mannarættindaaktivistar og tíðindafólk stovnaðu felagsskapin í París í 2017 fyri at verja varskógvarar, sum seta lív í vága fyri at avdúka rotinskap og valdsmisnýtslu í Afrika.

"Hetta málið er ein handbók í, hvussu frændaveldið virkar," sigur løgfrøðingurin Henri Thulliez, stjóri í PPLAAF.

”Korrupsjón og hvítvasking av pengum fer tvørtur um landamørk, og tað eiga vit øll at vera varug við. Eisini fólk í Føroyum. Vit umrøða vanliga Panama, Luksemburg og Bretsku Jomfrúoyggjarnar sum skattaskjól. Vit tosa ikki um Føroyar í tí sambandinum. Tað er helst eisini orsøkin til, at All Oceans Logistics fór til Føroya við pengum. Teir mettu helst, at har eru teir ikki undir nevniverdum eftirliti,” sigur hann.

Tað trýtur ikki við arbeiðsuppgávum á skrivstovuni hjá PPLAAF. Felagsskapurin hevur í fleiri førum fingið hendur í víðfevndum lekum við skjølum, bankaflytingum og innanhýsis bankasamskifti, sum hevur loypt hvøkk á ráðandi stættina á afrikanska meginlandinum.

Fyrr í ár fekk PLAAFF so fatur í enn fleiri dátuskjølum, omanfyri hálva fjórðu millión, tann rúgvismiklasti bankalekin á afrikanska meginlandinum higartil, um óreglulig viðurskifti í BGFI-bankanum.

Felagsskapurin hevur saman við franska Mediapart fyriskipað kanningararbeiðið, sum aðrir fjølmiðlar og felagsskapir í Evropa, USA og Afrika eisini eru partur av. Um vikuskiftið kom so fram, at korrupsjónin í BGFI-bankanum var munandi meira víðfevnd enn upprunaliga hildið, og hon helt eisini fram eftir ávaringarrópini í Lumumba-skjølunum.

Í feska lekanum sæst, at pengaupphæddin, sum varð flutt úr Kongo til Føroya, var munandi størri tær 35 milliónir krónurnar, sum Lumumba-skjølini vístu. Í alt fóru útivið 120 milliónir krónur til Føroya.

”Stevnumiðið hjá okkum er heilt einfalt at steðga korrupsjón og fáa almennar myndugleikar, tað eru politiskar skipanir, bankar og eftirlitsstovnar at rakna við og ásanna, at vit eiga øll eina ábyrgd,” sigur Henri Thulliez.

Greiðar ábendingar eru í øllum førum um, at Lumumba var eftir øllum at døma við til at birta undir uppreisturin á stjóraskrivstovuni í BGFI-bankanum handan várdagin í 2016.

 

FAKTA

Jean-Jacques LUMUMBA

  • Føddur í Kinshasa, Kongo, tann 19. februar 1986
  • Giftur og eigur fýra børn
  • Útbúgvin búskaparfrøðingur
  • Var við til at stovna Pan African Anti-Corruption Network UNIS í 2019
  • Abbabeiggi hansara var Patrice Lumumba, fyrsti fólkavaldi forsætisráðharrin í Kongo
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979