Bussvanlukka í Bulgaria kravt 46 mannalív

Bussvanlukka í Bulgaria kravt 46 mannalív
Bussurin var á veg úr Turkalandi til Bulgaria, tá eldur kom í hann
Eldur kom í bussin, tá hann koyrdi á einum motorvegi millum Turkaland og Bulgaria.
Mynd: RitzauScanpix  
 
23.11.2021 - 11:12

Ein bussvanlukka í Bulgaria hevur kravt í minsta lagi 46 mannalív, og børn eru eisini millum tey deyðu, upplýsir innanríkisráðið í Bulgaria.

Eldur kom í bussin um midnáttarleitið, okkara tíð, tá hann koyrdi á einum motorvegi.

Millum ferðafólkini vóru 12 børn, skrivar AFP.

Tey flestu, sum hava latið lív, vóru úr Norðurmakedónia.

Verið vikuskiftistúr

Ferðafólkini høvdu verið vikuskiftistúr í Istanbul í Turkalandi, og eldur kom í bussin á einum motorvegi umleið 45 kilometrar úr bulgarska høvuðsstaðnum, Sofia.

53 fólk vóru í bussinum. 12 bjargaðu sær, tá tey lupu út. Tey eru flutt á sjúkrahús í Sofia við brunasárum.

Ikki er greitt, hví eldur kom í bussin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949