Ikki frítt longur at velja skúla í Havn

Ikki frítt longur at velja skúla í Havn
Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at broyta leiðreglurnar um skúlaval
Skúlin á Fløtum.
 
27.11.2021 - 08:44

Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at broyta leiðreglurnar fyri skúlaval, og setur í gildi grund-upptøkuøki. 

Grundupptøkuøkini eru gjørd út frá talinum av børnum, sum hava aldur at fara í fyrsta flokk skúlaárið 2022/23.

Í fjør vórðu nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar.

Dagføringin merkir, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, verða tey flutt í skúla í grannaøkinum.

Børn, sum kanska ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu, skrivar Tórshavnar kommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846