Tvær spennandi hálvfinalur í steypakappingini í kvøld

Tvær spennandi hálvfinalur í steypakappingini í kvøld
Klokkan 18 byrja seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypin
Savnsmynd
 
29.11.2021 - 16:04

NSÍ skal spæla á heimavølli við Løkin móti HB.

Fyrra hálvfinalan á Tórsvølli endaði 2-2, eftir at NSÍ hevði verið á odda 2-0 í hálvleikinum. 

Á Tórsvølli spæla B36 og Víkingur.

Víkingarnir vunnu fyrra dystin við einum máli ímóti ongum, og tí hevur B36 illa ráð til, at Víkingur skorar á Tórsvølli.

B36 kann bert tryggjað sær evropafótbólt næsta ár, um felagið vinnur steypakappingina.

Ger B36 tað, stendur NSÍ eftir við svartaperi, og tí er ein finala ímillum júst tey bæði liðini ein ynskifinala, halda viðmerkjarar. 

Hálvfinalurnar vóru umrøddar í Fótbóltsprátinum í dag. Spolið fram til 48m30sek. 

 

1493354

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114