Olaf Scholz nýggjur kanslari í Týsklandi

Olaf Scholz nýggjur kanslari í Týsklandi
Angela Merkel, sum hevur verið stjórnarleiðari í 16 ár, legði frá sær í dag
Vaktarskifti í Týsklandi. Í dag læt Angela Merkel, samveldiskanslari, Olaf Scholz, lyklarnar til skrivstovuna hjá samveldiskanslaranum. Merkel hevur verið kanslari í 16 ár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.12.2021 - 15:37

Lyklarnir til týsku kanslaraskristovuna eru nú formliga latnir víðari - frá Angelu Merkel til Olaf Scholz.

Við hátíðarløtuna ynskti Merkel eftirmanninum bestu eydnu í starvinum sum týskur ríkiskanslari, sum hon sjálv hevur røkt í 16 ár.

Nú fyrrverandi kanslarin heitti eisini á eftirmannin um at taka ognarrættin til Kanzler'amt.

Olaf Scholz takkaði fyri álitið, og nýtti eisini høvi at takka fyri eitt ábyrgdarfult samstarv við Merkel higartil. Scholz hevur bæði verið fíggjarmálaráðharri og eisini varakanslari undir Angelu Merkel.

Umframt sosialdemokratiska flokkin hjá Olaf Scholz, SPD, eru umhvørvisflokkurin, Tey Grønu, og liberali flokkurin, FDP, við í týsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891