Landsliðsliðskiparin til íslendskan fótbólt

Landsliðsliðskiparin til íslendskan fótbólt
Hallur Hansson skal næstu tvey árini spæla við íslendska felagnum KR Reykjavík
 
22.12.2021 - 14:55

So er greitt, at Hallur Hansson, liðskipari á A-landsliðnum, ikki heldur fram í donsku fótbólti.

KR Reykjavík boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Hall Hansson.

Hallur Hansson hevur annars spælt við Vejle BK, og hóast tað skilst at venjarin er nøgdur við Hall, so sigst at hann ikki passar inn í konseptið hjá felagnum. 

Vejli BK, ið er kent fyri at fostra nakrar av bestu spælarunum í Danmark, vil helst menna ungar leikarar, sum kunnu seljast víðari við vinningi, og har passar 29 ára gamli Hallur Hansson ikki ordiliga inn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938