Kendur filmsleikstjóri deyður

Kendur filmsleikstjóri deyður
Kanadiski Jean-Marc Vallée, sum hevur leikstjórnað "Big Little Lies" og "Dallas Buyers Club", er deyður, 58 ára gamal
Jean-Marc Vallée bleiv einans 58 ára gamal
Mynd: Scanpix  
 
27.12.2021 - 11:50

Altjóða miðlar skriva, at Jean-Marc Vallée var funnið deyður í heimi sínum við Quebec í Kanada. 

Deyðsorsøkin er ókend enn, men tað verður sagt, at hann doyði brádliga. 

Jean-Marc Vallée bleiv einans 58 ára gamal. 

 

Royndi at gera tingini øðrvísi

Í einum tíðindaskrivi setir hansara vinmaður og fasti framleiðari, Nathan Ross, orð á sína sorg. 

"Jean-Marc umboðaði skapanargleðina, tað ektaða, og royndina at gera tingini upp á ein øðrvísi máta. Hann var ein sannur listamaður og ein sera blíður og elskuligur maður. Hann var ein vinur, ein skapandi samstarvsfelagi og ein stóribeiggi hjá mær."

Saman skaptu Jean-Marc Vallée og Nathan Ross eitt nú filmin "Dallas Buyers Club" og sjónvarpsrøðirnar "Big Little Lies" og "Sharp Objects"

.Jean-Marc Vallée fekk nógvar heiðurslønir í sínum lívi, og millum annað bleiv "Dallas Buyers Club" tilnevndur til ein Oscar. 

Eftir Jean-Marc Vallée sita tveir synir og trý systkin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949