Floksformenn fara at royna at greiða politisku fløkjuna í morgin

Floksformenn fara at royna at greiða politisku fløkjuna í morgin
Í morgin skal greiða fáast á politisku støðuni og um samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin heldur fram
Fundur verður á hægsta stigi í samgonguni í morgin, har formenninir skulu finna út av, um samgonguni er lív lagað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.12.2021 - 15:56

Klokkan 13 í morgin fara formenninir í teimum trimum samgonguflokkunum at hittast á fyrsta sinni, síðani málið um sammøður var samtykt við 3. viðgerð 20. desember.

Samgonguflokkarnir søgdu í kjalarvørrinum av tí, at teir nú skuldu hava umhugsanartíð, fyri at finna útav hvat nú skuldi henda.

Er samgonguni lív lagað?

 

Sjálvstýri bjóðar seg fram

Sjálvstýri hevur bjóðað sær til at koma upp í samgonguna, eftir at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur tikið seg úr samgonguni.

Kann Miðflokkurin liva við, at hann er í einari samgongu, ið hevur samtykt málið um sammøður?

Fundurin millum floksformenninar verður kl 13 í morgin.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213