Kina: Tríggir smittutilburðir steingja milliónbý

Kina: Tríggir smittutilburðir steingja milliónbý
Tilsamans vóru 108 koronutilburðir staðfestir í øllum Kina í gjár
Tríggir tilburðir eru staðfestir í kinesiska milliónbýnum Yuzhou, og avleiðingin er, at allur býurin letur aftur.
Mynd: Savnsmynd  
 
04.01.2022 - 15:35

Kina steingir milliónbý, eftir at tríggir tilburðir av koronu eru staðfestir, sigur CNN.

Býráðið í Yuzhou, sum er í Henan-landspartinum í Kina, hevur boðað frá, at øll 1,2 milliónir fólkini í býnum skulu halda seg innandura.

Tað eru boðini, eftir at teir tríggir koronutilburðirnir eru staðfestir. Øll trý, sum eru smittað, hava kortini eingi sjúkueyðkenni.

Bert matvøruhandlar hava opið, men skúlar, almenn ferðsla og handilsmiðstøðir lata aftur. 

Tilsamans vóru 108 koronutilburðir staðfestir í øllum Kina í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639