Tríggjar kommunur broyta skattaprosentið

Tríggjar kommunur broyta skattaprosentið
Kunoyar kommuna og Skopunar kommuna lækka skattin, men Porkeris kommunu hækkar skattaprosentið
Porkeris kommuna hevur hækkað skattaprosentið úr 20,75 prosentum upp í 21 prosent.
 
05.01.2022 - 16:04

Tríggjar kommunur hava broytt skattaprosentið í ár sammett við í fjør.

Tvær kommunur hava lækkað skattaprosentið.

Kunoyar kommuna hevur lækkað kommunuskattin úr 18,75 prosentum niður í 18,50 prosent, og Skopunar kommuna hevur lækkað kommunuskattin úr 21,00 prosentum niður í 20,95 prosent.

Ein kommuna hevur hækkað skattaprosentið. Tað er Porkeris kommuna. Har er skattaprosentið hækkað úr 20,75 prosentum upp í 21,00 prosent.

 

Vága kommuna hægsta skattaprosentið

Vága kommuna hevur hægsta skattaprosent í landinum. Har er kommunuskatturin 22,00 prosent.

Fugloyar, Skúvoyar og Fámjins kommunur hava lægsta kommunuskatt í landinum. Har er kommunuskatturin 16,00 prosent

Kirkjuskatturin er broyttur í tveimum kommunum.

Í Vágs kommunu er kirkjuskatturin farin upp, úr 0,60 prosentum upp í 0,90 prosent, og í Hvannasunds kommunu er kirkjuskatturin lækkaður úr 0,90 prosentum niður í 0,60 prosent.

Í einari kommunu er barnafrádrátturin broyttur. Tað er í Sunda kommunu. Har er barnafrádrátturin hækkaður úr 6.000 krónur upp í 6.500 krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804