Brellbiti: Børnini flokkast um Gimma í bussinum

Brellbiti: Børnini flokkast um Gimma í bussinum
Tað hoyrist ikki á prátinum, at 80 ár eru millum aldurin á skúlabørnunum og Gimma Hansen, sum tá tey hittast gerandisdagar í býarbussinum í Havn kl. 13.20.
06.01.2022 - 14:00

Hvønn gerandisdag kl. 13.00 tekur 93 ára gamli Gimme Hansen býarbussin av Signabø til Steinatún í Havn.

Fá ferðafólk plaga at vera í bussinum á fyrsta teigin; men tá bussurin kemur til Hoyvíkar koma fleiri skúlabørn upp í.

Og tá er kapping um at sleppa at sita við síðuna av Gimma.

Tí børnini elska Gimma. Og Gimmi elskar børnini.

Húsini brunnu í grund

Tað lá annars ikki í kortunum, at Gimmi skuldi koyra býarbuss í Havnini á gamalsaldri.

Hann hevur búð meginpartin av lívinum í Rituvík, har hann bygdi sær hús.

Men fyri seks árum síðani brunnu húsini niður í grund.

Við eitt fór lívsverkið upp í royk.

Gimmi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar.

Í býarlívinum hevurhann fingið nýtt lív og nýggjar vinir.
Kringvarpið fylgdi honum ein summardag í juni í fjør.

Úrslitið er ein sending, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719