TV2: Ein deyður og ein í lívsvanda eftir spreinging umborð á Glyvursnesi

TV2: Ein deyður og ein í lívsvanda eftir spreinging umborð á Glyvursnesi
Danska TV2 er í Hirtshals, har farmaskipið Glyvursnes liggur, og skrivar nú á heimasíðuni, at ein persónur er deyður, og at ein annar er í lívsvanda eftir spreingingina
Mynd: TV2.dk  
 
02.01.2025 - 23:38

Tríggir mans vóru í maskinrúminum á Glyvursnesi, tá ein spreinging hendi í maskinrúminum um 21 tíðina í kvøld. 

Hetta boðaði Smyril Line frá í stuttum tíðindaskrivi í kvøld. 

Menninir vóru fluttir á sjúkrahús. 

Danski tíðindamiðilin TV2 skrivar nú á heimasíðuni, at ein persónur er deyður av løstunum, ið hann fekk av spreingingini, meðan ein annar er í lívsvanda. 

TV2 skrivar eisini, at báðir persónarnir eru úr Føroyum. 

Tað váttar Torben Arendrup, ið er vaktleiðari hjá politinum í Norðurjútlandi, fyri TV2. 

Tann triði, ið var í maskinrúminum, er sloppin væl frá vanlukkuni við smærri snuddum og roykeitran. 

Politiið fekk fráboðanina um spreingingina klokkan 21.02 føroyska tíð, og klokkan 22.40 boðaði Nordjyllands Beredskab frá, at eldurin umborð var sløktur.

TV2 ger vart við, at tey avvarandi eru kunnaði. 

 

Dagføring......

Danmarks Radio skrivar nú á heimasíðuni, at maðurin, ið lat lív í vanlukkuni, er í trýati árunum, meðan maðurin, ið er illa løstaður og í lívsvanda, er í fýrati árunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688