Google og Facebook 1,6 mia. kr. í bót

Google og Facebook 1,6 mia. kr. í bót
Google hevur nú fingið hægstu bótina, sum franskir teldumyndugleikar higartil hava givið
Facebook og Google hava fingið stóra bót frá fronskum teldumyndugleikum.
 
07.01.2022 - 09:55

Frakland hevur givið Google og Facebook bøtur upp á tilsamans eina milliard og 560 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

Bøturnar verða givnar, tí á heimasíðunum er tað ikki líka lætt at velja kennifílur frá, sum at velja tær til. Google fær 150 milliónir evrur í bót, og Facebook fær 60 milliónir evrur í bót.

Google hevur nú fingið hægstu bótina, sum franskir teldumyndugleikar higartil hava givið.

Umframt bøturnar, hava fyritøkurnar fingið eina freist upp á tríggjar mánaðir at gera rættingarnar, so at franskar lógir verða hildnar.

Verða broytingarnar ikki gjørdar, fáa Google og Facebook 100.000 evrur í dagbót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328