Føroyar floppaðu móti Luksemborg

Føroyar floppaðu móti Luksemborg
Føroysku hondsbóltsmenninir taptu greitt 26-31 móti Luksemborg, sum nógv høvdu væntað, at Føroyar skuldi vinna ímóti
Leikararnir úr Luksemborg hava alla orsøk at fegnast eftir dystin. Teir vóru sannførandi og niðurbardu føroyska liðið
 
14.01.2022 - 21:03

Vónirnar til hondbóltslandsliðið við monnum vóru stórar til fyrsta dystin móti Luksemborg í HM-undankappingini, sum verður spæld í Høllin á Hálsi um vikuskiftið.

Føroyar vunnu herfyri móti Kekkia á heimavølli, og so hevur liðið fingið nýggjan venjara, Peter Bredsdorff-Larsen, ið hevur verið venjari á hægsta støði í Danmark, eitt nú sum hjálparvenjarin hjá Ulrik Wilbek á danska manslandsliðnum. 

Mótsstøðuliðið í kvøld var Luksemborg, og nógv høvdu sett nøsina upp ímóti einum sigri, men tey fóru nipin út aftur úr Høllini á Hálsi. Tað fóru leikararnir í grundini eisini. 

Luksemborg vann ein sannførandi 31-26 sigur móti einum trilvandi føroyskum liði, sum brendi eitt hav av uppløgdum málmøguleikum, og ongantíð ordiliga fekk fótafesti í dystinum.  

Í roynd og veru slakkaði Luksemborg ferðina móti endanum, so ósigurin kundi verið størri. 

 

Luksemborg var sterkari

Leikararnir úr Luksemborg vóru kropsliga sterkari, og teir spældu hart. Men hóast Luksemborg fekk ein ørgrynnu av útvísingum og tvey reyð kort, so megnaðu føroysku leikararnir ikki at gera sær dælt yvirtalinum, sum teir høvdu í stórum pørtum av dystinum.

Luksemborg hevði nevniliga ikki bara ein, men tveir framúrskarandi málverjar, ið pilkaðu sjálvsálitið fullkomiliga úr føroysku leikarunum. 

Ferð eftir ferð varð bjargað, tá føroysku leikararnir vóru púra leysir, serliga á vinstra vongi og mitt fyri.

Í fyrra hálvleiki var tað bulmikli Mika Hermann, sum bjargaði átta av 18 skotum, ið gevur eitt bjargingarprosent upp á 44 prosent. Tað dalaði til 40 prosent, tá dysturin bleiv bríkslaður av. 

Chris Auger spældi seinna hálvleik, og hann bjargaði sjey av 18 skotum, sum er eitt bjargingarprosent upp á 38,89 prosent. 


 

Bara eitt mál á muni í hálvleikinum

Hóast trilvandi føroyska spælið, so var støðan í hálvleikinum eingin gøla, tí tað var bara eitt mál á muni, 11-10. 

Og tað tóktist eisini sum føroysku leikararnir komu út til seinna hálvleik við rætta hugburðinum, og at teir vildu vísa, at fyrri hálvleikur ikki skuldi endurtaka seg. 

Men dampurin fór skjótt av føroysku leikarunum, og so byrjaðu málini hjá Luksemborg at rapa inn, samstundis sum føroysku leikararnir framhaldandi stríddust við at skora. 

 

Bestu spælararnir úr Luksemborg

Luksemborg hevði tríggjar teir bestu útispælararnar á vøllinum, nevniliga tann høga og kvika vinstra bakkin Yann Hoffmann, og spælskiparan Martin Muller, ið dugdi eitt sindur av øllum.

Teir báðir skutu ávikavist átta og fimm mál, men teir høvdu eisini næstsíðstu hond á fleiri málum.

Og so var tað tanksið á strikuni, Milasin Trivic, ið tó vísti seg at vera naað snarsintur, tí hann endaði við at fáa eitt tápiligt blátt kort, fyri at spark ein føroyskan spælara. Men meðan hann var á vøllinum, var hann ikki lættur at steðga. 

Afturat sær høvdu hesir nakrar góðar stríðsmenn, ið bardust sum úlvur av skóg fyri sigrinum. 

 

Einmansherurin Hákun 

Á føroyska liðnum var tað bara høgri vongur, Hákun West av Teigum, ið spælir í bestu donsku deildini, sum í kundi fara av vøllinum við uppreistari pannu.

Hákun West av Teigum skeyt níggju mál, og var í stórum pørtum av dystinum ein føroyskur einmansherur. Men tað er trupult at vinna ein hondbóltsdyst av høgra vongi. 

Sjúrður Olsen á vinstra vongi brendi nógv í fyrra hálvleiki, men spældi seg upp í seinna hálvleiki og endaði við fimm málum. 

Bakspælararnir hjá Føroyum komu ongantíð veruliga framvið krútsterku miðverjuni hjá Luksemborg. Teir blivu í roynd og veru niðurbardir, og tað var eyðsæð, hvussu stórur missur tað var fyri føroyska liðið, at hvørki Elias Ellefsen á Skipagøtu ella Kjartan Johansen vóru tøkir til dystin. 

 

X-faktorurin manglaði

Serliga gjøgnumbrotsstyrkin og X-faktorurin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu manglaði, tí tað var langt millum álopshugskotini á føroyska liðnum. 

Tað hjálpti eitt sindur í seinna hálvleiki, tá 19 ára gamli Pauli Mittún varð sendir á vøllin til sín fyrsta A-landsdyst. 

Men tað var ov lítið, ov seint, tí so skjótt Luksemborg fekk eina leiðslu upp á trý mál, so skrædnaði hjá Føroyum.  

Tað hoyrir eisini við til søguna, at nýggi venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, veruliga royndi at ávirka dystin og gav so at siga øllum monnum møguleikan at vísa seg fram.

Men tá sjálvt so royndir leikarar sum Peter Krogh og Filip Jojic brendur og gjørdu feilir í álopsspælinum, so verður tað trupult. 

Og kanska skal venjarin eisini læra leikararnir at kenna, tá teir eru undir trýsti. 

 

Italia vann sannførandi

Í fyrsta dystinum í HM-undankappingini spældu Italia og Lettland. 

Italia smurdi heldur óvæntað Lettland av 36-23. Støðan í hálvleikin var 21-13. 

Føroyar skulu spæla ímóti Italia í annaðkvøld, og um okkara spælarar ikki skulu fáa oyruni ordiliga í italsku maskinua, so skulu aðrir bollar í suppuna. 

Stóri spurningurin er, um Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kjartan Johansen vera klárir at spæla. 

Kjartan Johansen segði í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum, at hann væntaði, at hann kundi spæla ein dyst í hesi HM-undankappingini. 

So er spurningurin, um tað skal vera móti Italia ella Lettlandi, sum Føroyar møta sunnudagin?

 

Luksemborg - Føroyar 31-26 (11-10)

 

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 9 mál
Sjúrður Olsen 5 mál
Tróndur Mikkelsen 3 mál
Helgi Hildarson Hoydal 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál
Rókur Akralíð 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál
Áki Egilsnes 1 mál
Peter Krogh 1 mál

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982