Føroyar vunnu sín HM-undankappingarbólk

Føroyar vunnu sín HM-undankappingarbólk
Føroysku hondbóltsmenninir vunnu ein sannførandi 26-19 sigur á Lettlandi og vunnu harvið sín undankappingar-bólk til HM
 
16.01.2022 - 19:43

Tað sá rættiliga svart út, tá hondbóltslandsliðið við monnum fríggjakvøldið tapti fyrsta HM-undankappingardystin móti Luksemborg í Høllini á Hálsi rættiliga greitt. 

Men tað varð alt vent á høvdið, tá Føroyar vann tætta dystin móti Italia við einum málið í gjárkvøldið

Og í kvøld vann Føroyar so ein sannførandi sigur 26 - 19 móti Lettlandi, sum fór á vøllin við tveir metrar og fimtan sentimetra høga risanum Dainis Kristopans. Kristopans spælir annars við mæta PSG. 

 

Á odda við sjey málum í hálvleikinum

Føroyar komu væl frá byrjan og setti seg beinavegin á dystin og vóru á odda við sjey málum í hálvleikinum, so sigurin var ongantíð í vanda. 

Lettland hevði einki at spæla fyri, og tað sást eisini aftur á leikarunum, ið rættiliga skjótt tóktust geva skarvin yvir mótir kviku føroyingunum. 

Føroysku spælararnir høvdu lætt við at spæla seg ígjøgnum, og hóast tað sá rættiliga margháttligt út, tá relativt smáu føroyingarnir royndu at steðga risanum Kristopans, so kom verjan væl frá avbjóðingini. 

 

Nógvir málskjúttar

Í mun til hinar dystirnar, so var tað eitt ordiligt liðavrik í kvøld.  Nevnivert við dystinum í kvøld var, at rættiliga nógvir av leikarunum á føroyska liðnum skutu mál, meðan í fyrsta dystinum móti Luksemborg lá málskjótingarbyrðan á Hákun West av Teigum á høgra vongi. 

Aftur í kvøld var tað nýggja stjørnuskotið á landsliðnum, Tróndur Mikkelsen, ið gjørdist toppskjútti við fimm málum. Og enn einaferð vísti Pauli Jacobsen í málinum, at hann hevur høgt altjóða støði. 

Nú skulu Føroyar spæla tveir dystir, heima og úti, móti einum av liðunum frá hinum undankappingarbólkunum, og hvør tað verður, skal kastast lut um. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521