Jógvan I fiskað av kvotu hjá Akrabergi

Jógvan I fiskað av kvotu hjá Akrabergi
Frystilínuskipið hevur fiskað bæði í Barentshavinum og við Svalbard í vetur
Jógvan I er á veg heim 250 tonsum av frystum fiski.
 
25.01.2022 - 13:05

Frystilínuskipið, Jógvan I, er á heimveg úr Barentshavinum, har skipið hevur fiskað í heyst og í vetur. Skipið hevur landað tvær ferðir í Tromsø í Noreg.

Skipið hevur fiskað av kvotuni, sum trolarin Akraberg eigur.

Jógvan I. fór úr Føroyum 1. september, og landaði fyrstu ferð í Tromsø 22. oktober. Tá hevði skipið um 200 tons.

Jógvan I. fór aftur í russiskan sjógv at royna, og landaði aftur í Tromsø 10. desember. Tá hevði skipið 240 tons av frystum fiski.

Til Svalbard

Tá skifti skipið manning, áðrenn farið var til Svalbard at royna.

Nú er Jógvan I. á veg heim við umleið 250 tonsum av frystum fiski, upplýsir Vørn. Jógvan I fer at leggja fiskin upp í Kollafirði.

Jógvan I hevur loyvi at fiska undir Íslandi, á Flemish Cap, og skipið hevur eisini fiskidagar undir Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166