- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmáli undirskrivaður
Sáttmáli undirskrivaður
Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum ljósmøðurnar og lønardeildina. Talan er um fýra ára sáttmála.

29.01.2022 - 09:53
Um nátturðatíð í gjár skrivaðu ljóðsmøðurnar og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar.
Talan er um ein 4 ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober í 2020 til 1. oktober í 2024. Lønin hjá ljósmøðrunum hækkar 2,05 prosent 1. januar 2021. 1,25 prosent 1. oktober 2021, og 1. oktober í 2022 hækkar lønin á lægstu stigunum við 740 krónum og á hinum stigunum við 540 krónum.
Seinasta hækkingni er 1. oktober 2023. Tá hækkar lønin 2,75 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























