Korona: Eingin almennur tingfundur

Korona: Eingin almennur tingfundur
Bara tingfólk, landsstýrismenn og teirra embætisfólk umframt fjølmiðlarnir sleppa inn í løgtingið hesa vikuna
Korona hevur við sær, at tingfundirnar hesa vikuna vera ikki almennir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2022 - 09:16

Tingfundirnir í hesari vikuni eru ikki almennir.

Orsøkin er korona.

Hetta merkir, at bara tingfólk, landsstýrismenn og teirra embætisfólk umframt fjølmiðlarnir sleppa inn í løgtingið. 

Tingfundur verður í morgin og mikudagin. 

Fyri at verja arbeiðsgongdina og minka váðan fyri, at løgtingið verður lagt lamið, mælir løgtingsformaðurin staðiliga til, at øll, sum koma í løgtingið í arbeiðsørindum hesar dagarnar, hava latið seg kannað fyri koronu og hava fingið negativt svar, innan komið verður í tingið. 

Góðtaka skundkanning

Tað er í lagi at hava tikið eina negativa skundkanning, uttan so, at ein kennir seg sjúkan. 

Tey, sum hava sjúkueyðkenni, eiga at lata seg PCR-kanna og fáa negativt svar, áðrenn komið verður í tingið. 

Korona hevur eisini rakt løgtingsumsitingina. Tí er virksemið har nakað darvað, sigur løgtingsformaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906