Arbeiðsloysið var minni enn eitt prosent í heyst

Arbeiðsloysið var minni enn eitt prosent í heyst
Í morgun er 225 fólk skrásett at fáa pengar úr ALS. 733 fáa flakavirkisstuðul
Í morgun eru 225 fólk, 91 menn og 134 kvinnur, skrásett at fáa pengar frá ALS.
 
01.02.2022 - 09:12

Arbeiðsloysið í Føroyum var minni enn eitt prosent í fjør heyst.

Tað fór niður á 0,9 prosent í september, og var har bæði í oktober og november.

Í august í fjør var arbeiðsloysið 1,1 prosent.

256 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í november.

Minst í Norðstreymoy

Minsta arbeiðsloysið var í Norðstreymoy, 0,3 prosent, og tað størsta í Suðuroynni, 1,9 prosent.

Í morgun eru 225 fólk, 91 menn og 134 kvinnur, skrásett at fáa pengar frá ALS.

733 fáa fiskavirkisstuðul. 1177 fólk eru í teirri skipanini.

65 starvslýsingar, tað eru leys størv, eru á heimasíðuni hjá ALS í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751