Tríggjar nýggjar í landsliðshópinum

Tríggjar nýggjar í landsliðshópinum
Lena Olsen, Mirjam Huneck og Rúna Jacobsen eru nýggjar á fótbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal á venjingarlegu í Spania í februar
Landsliðsvenjarin, Lene Terp, hevur valt 22 spælarar til venjingarlegu í Spania
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
02.02.2022 - 11:48

Lena Olsen og Mirjam Huneck úr NSÍ og Rúna Jacobsen úr HB eru nýggjar í fótbóltslandsliðshópinum, sum í døgunum 13. til 22. februar skal á venjingarlegu í Spania, skrivar fsf.fo.

Tað er greitt nú landsliðsvenjarin, Lene Terp, hevur úttikið ársins fyrsta hóp.

Á venjingarleguni í Marbella skal landsliðið spæla tveir venjingardystir. Norðurírland er mótstøðulið í Marbella hósdagin 17. februar, og sunnudagin 20. februar skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Gibraltar á Victoria Stadium á bretsku hálvoynni.

Tilsamans 22 spælarar eru tiknir út til venjingarleguna. Føroyameistarin, KÍ, er best umboðaður við seks spælarum.

Hópurin:
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard, KÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noreg)
Maria á Lakjuni, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Heidi Sevdal, NSÍ
Lena Olsen, NSÍ
Mirjam Huneck, NSÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Rúna Jacobsen, HB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890