Heilsufrøðiliga økt um kanningarmegina

Heilsufrøðiliga økt um kanningarmegina
Síðani síðst í fjør hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan megnað at gjørt upp til 7000 koronukanningar um samdøgrið, uttan nakran meirkostnað fyri landið
Savn.
Koronukanningar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
03.02.2022 - 17:41

Seinastu tvey árini hevur landið goldið 96 milliónir krónur til privatar fyritøkur fyri koronukanningar - og tað talið veksur enn. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann kanna fleiri

Privatar fyritøkur hava fingið stóran part av uppgávuni, hóast tað í eitt ár hevur borið til hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at gera at kalla allar kaningarnar, sum tørvur hevur verið á. Og síðani síðst í fjør hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan klára at gjørt upp til 7000 koronukanningar um samdøgrið, uttan nakran meirkostnað fyri landið. 

Á leið 753.000 koronukanningar eru gjørdar í Føroyum, og kostnaðurin fyri hesar kanningar eru slakar 142 milliónir krónur. Allar rokningar eru ikki avgreiddar enn, so samlaða talið verður væntandi nakað hægri.

96 milliónir krónur til privatar fyritøkur

Roknistykki sær soleiðis út: Thetis hevur tilsamans fingið 84,3 milliónir. Smyril line hevur fingið 11,7 milliónir krónur. Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fingið 45,7 milliónir krónur. Tað vil siga, at privatar fyritøkur kannaðu fyri 96 milliónir krónur.

Tað er bíligari at brúka loysnina hjá tí almenna heldur enn tí privata. Orsøkin er, at Starvsstovan skal ikki hava vinning burturúr kanningunum, og at gjaldið sum landið rindar fyri kanningarnar, er fyri bæði og útgerð og starvsfólk.

Í fjør heyst vendi Sjúkrahúsverkið seg til Debes H. Christiansen um kanningarmegina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Síðani hevur ongin myndugleiki biðið um útgreinan av hvussu nógvar kanningar Starvsstovan kann gera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375