Undantaksstøða í Ottawa

Undantaksstøða í Ottawa
"Freedom Convoy"-mótmælið hjá kanadiskum lastbilførarum fær nú borgarstjóran í býnum Ottawa at lýsa býin í undantaksstøðu
Miðbýurin í Ottawa er lagdur lamin, tí lastbilar og tjøld forða fyri allari koyring í miðbýnum.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.02.2022 - 12:02

Borgarstjórin í kanadiska býnum Ottawa hevur nú lýst býin í undantaksstøðu. 

Orsøkin er mótmæliskoyringin hjá lastbilførarum, sum nú hevur vart í eina viku. 

Endamálið við mótmæliskoyringini, sum verður nevnd "Freedom Convoy", er at fáa strikað kravið um, at allir lastbilførarar skulu vera liðugt koppsettir fyri at koyra um markið millum Kanada og USA.

 

Ikki tamarhald á støðuni

Jim Watson, borgarstjóri í Ottawa, sigur, at tamarhald ikki longur er á støðuni í býnum, nú fleiri mótmælisfólk leggjast afturat. Og at mótmælisfólki nú eru fleiri enn løgreglufólkini.

Miðbýurin í Ottawa er lagdur lamin, tí lastbilar og tjøld forða fyri allari koyring í miðbýnum.

Borgarstjórin sigur, at mótmæliskoyringin nú kann sigast at vera ein vandi fyri trygdina í býnum Ottawa, og tí hevur hann valt at lýsa býin í undantaksstøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659