Svenskarar bjóða Føroyum av í dart

Svenskarar bjóða Føroyum av í dart
Í samband við stóru altjóða dartkappinga, sum verður í Havn í mars, hava krútsterku svensku landsliðini bjóða føroyingum av til venjingardystir
07.02.2022 - 16:40

Krútsterku svensku landsliðini hjá svenskarum hava bjóðað Føroyum av í dart.

Í samband við altjóða dartkappingina Faroe Islands Open, sum verður í mars, koma svenskarar við sínum best kastandi fólki at spæla venjingardystir ímóti føroyingum.

 - Svøríki er verandi evropameistari hjá monnum, so tað er ikki ein og hvør, sum kemur at møta okkara landsliði. Tað er øgiliga stórt, sigur Kristian Joensen, næstformaður í Dartsambandi Føroya.

 - Hjá kvinnunum hava svenskarar eina, sum eitur Vicky Prium, sum varð heimsmeistari næstseinast, so hetta eru stór nøvn.

McIntosh gleðir seg til nýggjar avbjóðingar

Dartsamband  Føroya fekk altjóða limaskap fyri tveimum árum síðan, men korona legði fót fyri fyrstu royndini at hýsa altjóða kapping.

Nú sær út til at tað fer at eydnast, og fleiri útlendskir spælarar hava melda til.

Suvereni føroyameistarin hjá monnum, Jan McIntosh, gleðir seg at royna seg ímóti sterkari útlendskari mótstøðu.

 - Eg havi roynt meg uttanlands, og tað hevur gingið væl, og tími væl at spæla meir uttanlands, sigur Jan McIntosh.

Faroe Islands Open verður á Glasi 18. til 20. mars.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327