- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigldi á minu í Hormuzsundinum

Eldur kom í eitt oljutangaskip, eftir at tað sigldi á eina minu í Hormuzsundinum, upplýsir kollveltingarhirðin í Iran.
Sambært almennum iranskum miðlum segði kollveltingarhirðin í nátt, at skipið breyt siglingarreglur í strategiskt týðandi sjóøkinum.
- Skipið rakti eina minu sunnan fyri Hormuzsundið, sum elvdi til spreinging og eldur kom í skipið, sigur kollveltingarhirðin.
Hon sigur, at oljutangaskipið sigldi eftir "ólógligu suðurleiðini," og hevði sløkt AIS-in, sum vísir knattstøðuna hjá skipinum.
Eldur í tveimum skipum
Í gjár segði iranska ollveltingarhirðin, at eldur kom í tvey oljutangaskip, sum høvdu siglt á minur í sundinum.
Iran tók valdið á Hormuzsundinum, eftir at USA og Ísrael fóru í kríggj móti landinum seint í februar mánaði.
Iranar krevja, at øll skip skulu søkja um góðkenning at sleppa ígjøgnum Hormuzsundið.
Undan krígnum fór umleið ein fimtingur av heimsins olju gjøgnum Hormuzsundið, sum knýtir Persaflógvan saman við Indiahavið.























