Ferðafólk bjargað av italskari ferju

Ferðafólk bjargað av italskari ferju
Eldur kom í ferjuna Euroferry Olympia, sum sigldi millum Grikkaland og Italia
237 ferðafólk vóru við ferjuni, Euroferry Olympia, og tey eru øll bjargað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.02.2022 - 08:57

Øll ferðafólkini eru fingin av italsku ferjuni, Euroferry Olympia, sum brennur í Miðalhavinum.

Tað skriva tíðindastovan, AFP og fleiri italskir miðlar.

237 ferðafólk vóru við ferjuni, umframt manningina, sum er 51 fólk, og sum framvegis er umborð, skrivar AFP.

Eingin veit enn, hví eldur kom í ferjuna.

 

Verða flutt til Korfu

Løgreglan upplýsir, at tríggir bjargingarbátar og tríggir bátar hjá herinum vórðu sendir til ferjuna, fyri at hjálpa ferðafólki og manning.

Einki er frætt um at nakar hevur fingið skaða.

Ferjan sigldi á leiðini millum Grikkaland og Italia, tá eldur kom í, og ferðafólkini verða flutt til oynna Korfu.

Ferjan hevði verið í grikska býnum, Igoumenitsa,og var á veg til italska býin, Brindisi, tá eldur kom í, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375