Grønland bíðar eftir talgildari tinglýsing

Grønland bíðar eftir talgildari tinglýsing
ES heldur Grønland vera eitt ótrygt triðjaland
Tinglýsingarrætturin í Hobro í Danmark viðger tinglýsingar úr Grønlandi talgilt. Men tað gongur helst long tíð, til grønlendingar sjálvir sleppa at talgilda tinglýsingina.
 
18.02.2022 - 15:54

Tað gongur helst long tíð, til tinglýsingin í Grønlandi verður talgild. 

Orsøkin er ES, sum heldur, at Grønland er eitt ótrygt triðjaland í persónsdátuviðurskiftum, skrivar Semitsiaq.

Í hoyring, sum Grønlandsnevndin í Fólkatinginum skipaði fyri 9. februar, kom fram, at sambært ES-reglum, er loyvt at senda dátur til Rumenia, men ikki til Grønlands.

Tað eru serliga grønlendskir ognarseljarar og bankar, sum vilja hava tinglýsingina talgilda, og politikarar í danska Fólkatinginum taka undir við tí, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761